Russiski forsetin, Vladimir Putin, verður væntandi høvuðsrøðari á búskaparráðstevnuni í Sankta Pætursborg fríggjadagin. Mynd: Gavriil Grigorov/Reuters.

Trý fólk deyð í russiskum álopum í Ukraina

Trý fólk eru deyð og 19 særd í fleiri russiskum álopum í Ukraina, upplýsa ukrainskir myndugleikar í morgun.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, verður væntandi høvuðsrøðari á búskaparráðstevnuni í Sankta Pætursborg fríggjadagin. Mynd: Gavriil Grigorov/Reuters.

Í Kherson doyði ein 75 ára gamal maður í einum dronuálopi, sambært leiðaranum fyri hernaðarfyrisitingina í býnum.

Í Zaporizjzja varð ein kvinna dripin, og 16 onnur vórðu særd í einum dronuálopi. Harumframt doyði ein kvinna í einum álopi í Dnipropetrovsk-landspartinum.

Í býnum Konotop í landnyrðingspartinum av Ukraina vórðu trý børn særd í russiskum álopum.

Samstundis sigur russiska verjumálaráðið, at russisk loftverja hevur skotið 123 ukrainskar dronur niður í nátt. Borgarstjórin í Moskva upplýsir eisini, at ein drona á veg móti russiska høvuðsstaðnum varð steðgað.

Álopini koma, meðan Russland og Ukraina hava økt um sínar álopshandlingar seinastu mánaðirnar. Samráðingar um at enda kríggið hava higartil ikki givið ítøkilig úrslit.

Hósdagin heitti ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í einum opnum brævi á russiska forsetan, Vladimir Putin, um at hittast fyri at fáa enda á krígnum.

/Ritzau/

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, verður væntandi høvuðsrøðari á búskaparráðstevnuni í Sankta Pætursborg fríggjadagin. Mynd: Gavriil Grigorov/Reuters.