Tveir mánaðir síðani B71 vann fulla úrtøku

1. DEILD: Við triðja sigrinum á rað lyfti Víkingur seg í gjárkvøldið fram á næstfremsta plássið

Pílarnir peika heilt hvør sín veg hjá næstbesta Víkingaliðnum og B71. Í gjárkvøldið vann Víkingur 2-1 í Sarpugerði ímóti B71. Bæði málini hjá Víkingi vórðu skorað síðstu lítlu løtuna undan steðginum.

 

Jónatan Lervig og Jákup Martin Jarnskor vóru málskjúttar. Hetta var fyrsta málið hjá Jónatan í 1. deild í ár, og hetta var sætta málið hjá Jákupi Martin Jarnskor, sum saman við Rana Hansen er toppskjútti hjá víkingunum í næstbestu deildini.

 

Hetta var triði sigurin á rað hjá Víkingi, sum nú er næstovast við 26 stigum. Tað eru fýra stig fram til B36, sum klokkan 13 í dag fer at spæla á Vágseiði.

 

Lakari hevur tað seinastu nógvu vikurnar vignast hjá B71, sum ikki hevur vunnið fulla úrtøku í meiri enn tveir mánaðir. Sandoyingar hava ikki vunnið síðani 27. apríl, tá ið tað endaði við 2-0 heimasigri ímóti FC Hoyvík. Síðani tá hevur úrtøkan verið tveir javnleikir.

 

Í gjárkvøldið minkaði Jónas Warner um munin til 2-1, tá ið klokkan var farin fimm minuttir út um vanligu leiktíðina. Hetta var fyrsta málið hjá Jónasi, síðani hann aftur fór at spæla við B71. Hetta var triði dysturin hjá honum í ár.

 

Laka úrtøkan ber við sær, at B71 nú er á sjeynda plássi við 18 stigum. Tað eru trý stig fram til NSÍ, og tað eru fýra stig aftur til KÍ. Nú er tað greitt, at útsetti dysturin frá 12. umfari millum KÍ og B71 verður spældur mikudagin 7. august í Klaksvík.

 

Um eina viku fer Víkingur at spæla á útivølli ímóti TB, og B71 fer at spæla á útivølli ímóti B36.