Tað upplýsir Marco Rubio, uttanríkisráðharri í USA, á sosiala miðlinum X.
Sambært amerikonskum myndugleikum varð kvinnan handtikin í Miami og er nú í varðhaldi hjá immigratiónsmyndugleikunum ICE.
Marco Rubio sigur, at Morera hevði fast uppihaldsloyvi í USA, samstundis sum hon stuðlaði kubanska kommunistiska stýrinum.
Handtøkan kemur stutt eftir, at USA hevur reist ákæru móti fyrrverandi kubanska forsetanum Raúl Castro.
Seinastu tíðina hevur stjórnin hjá Donald Trump økt trýstið móti Cuba og hevur eisini tosað um stjórnarbroyting í landinum.
GAESA er eitt stórt hernaðarrikið vinnusamtak, sum sambært Reuters stýrir millum 40 og 70 prosentum av kubanska búskapinum. Felagið eigur millum annað nógv hotell, bankar, handlar og bensinstøðir í Cuba.
USA ákærir GAESA fyri at savna saman vinningin frá teimum týdningarmestu vinnunum í landinum til frama fyri herin og kubonsku elituina.
Cuba heldur hinvegin uppá, at álvarsama kreppan í landinum stendst av amerikonskum revsitiltøkum og trýsti móti teimum londum, sum veita brennievni til oynna.









