Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad hava nærum bjargað plássinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Fyrr í dag vann Aarhus Fremad á útivølli ein trivaligan 3-0 sigur á Hobro í dysti í niðara endaspælinum.
Dysturin var níggju minuttir gamal, tá Martin við einum hegnisligum hornasparki fann pannuna hjá Luka Callø, ið stýrdi bóltin í málið til 1-0. Í seinna hálvleiki øktu Lucas Riisgaard og Elias Caspersen Egerton til 2-0 og 3-0.
Martin var sambært Soccerstand besti leikarin á vøllinum, og frá Soccerstand fær hann karakterin: 9,0 av 10 møguligum. Frá Sofascore fær Martin karakterin: 8,3, og er eisini besti leikarin hjá teimum.
Aarhus Fremad er næstfremst í niðara endaspælinum við 40 stigum. Teir hava átta stig niður til B93, ið hevur spælt ein dyst færri.
Aarhus Fremad hevur tveir dystir eftir at leika. Fríggjakvøldið 22. mai klokkan 17 spæla teir dyst á heimavølli móti AaB.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Hobro-Aarhus Fremad 0-3 (0-1):
##med2##











