Liðið hjá Jóan Símuni Edmundssyni, KA hevði fyrr í dag ein gyltan møguleika á heimavølli at vinna seg víðari til fjórðingsfinalurnar í íslendsku steypakappingini.
Á heimavølli á Greifavøllinum á Akureyri hevði KA dyst móti botnliðnum í næstbestu deildini, Ægir úr Þorlákshöfn. Liðið úr Þorlákshöfn hevur einki stig aftaná tríggjar teir fyrstu dystirnar í næstbestu deildini, og teir hava málmunin 1-6. Men í dag reistu teir seg til stóra høvið á Akureyri.
Men tað endaði við einum skelkandi 2-1 sigri til Ægir, hvørs málverji, Ómar C. Einarsson var dagsins maður aftaná nógvar góðar bjargingar.
Tá bert 23 minuttir vóru leiktir var Ægir á odda 2-0. Jakob Héðinn Róbertsson minkaði um munin, tá ein hálvur tími var leiktur. Jóan Símun kom á vøllin aftaná steðgin, men heldur ikki hann kundi forða stóru steypasensasjónini.
Ægir møtir Breiðablik á heimavølli í fjórðingsfinaluni. Einasta føroyingaliðið, ið er eftir í steypakappingini, liðið hjá Gunnari Vatnhamar, Víkingur Reykjavík møtir Akranesi á útivølli.
Fjórðingsfinalurnar vera leiktar dagarnar millum 7. og 12. juni.











