VIDEO: Skulu byggja ein góðan heimavøll

(Video) Síggj og hoyr samrøðu við landsliðsvenjaran um Nations League lutakastið

Mynd: FSF

FSF skrivar: 

 

- Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum er hampuliga væl nøgdur við lutakastið til komandi UEFA Nations League bólkaspæl. Føroyar komu í bólk saman við Kasakstan, Slovakia og Moldova

 

– Hetta var onkrastaðni ímillum tað sum vit ynsktu og tað sum vit fryktaðu. Nú ræður um at vit eru klárir, samstundis sum vit skulu trúgva uppá, at vit kunnu klára okkum væl, og fara síðani eftir tí heilt stóra.

 

Tað sigur landsliðsvenjarin hjá monnum, Eyðun Klakstein millum annað nú tað er greitt, hvørjum Føroyar skulu møta í UEFA Nations League 2026-2027 bólkaspælinum, sum verður spælt í heyst.

 

Hósdagin var lutakastið á skránni, og tað háttaði seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk C3, saman við Kasakstan, Slovakia og Moldova.

 

##med2##

 

Mynd: FSF