VIDEO: Grimsby Town-Salford 1-2 (1-2)

(Video) Her eru hæddarpunktini frá fyrru uppflytingar-hálvfinaluni

Liðið hjá David Geza Turi, Grimsby Town tapti í dag á heimavølli 1-2 fyri Salford í fyrru uppflytingar-hálvfinaluni í League Two.

 

Grimsby fekk eina dreymabyrjan, tá Reece Staunton legði teir á odda í fyrsta minutti. Men bert tríggjar minuttir seinni javnaði Salford, og stutt undan steðginum skoraði útiliðið sigursmálið. Við seinna málið hjá Salford helt Grimsby seg eiga fríspark.

 

Seinna uppflytingar-hálvfinalan verður leikt í Salford komandi fríggjakvøld klokkan 19.15. Samlaði vinnarin sleppur at spæla uppflytingarfinalu á legendariska Wembley-leikvøllinum.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Grimsby Town-Salford 2-1 (2-1). Geza við nummar 15 á rygginum sæst í onkrum støðum:

 

##med2##