Vilja gera jarnískoyti úr hvalakjøti

Íslendska felagið Hvalur hf. ætlar fyribils at gevast við at selja hvalakjøt til Japans. Í staðin skal kjøt av slættibøku brúkast til at framleiða jarnískoyti.

Íslendska hvalaveiðufelagið Hvalur hf. ætlar at framleiða kostískoyti úr kjøti av sløttibøku.

 

Talan verður um pulvur, sum verður selt í hylkjum undir heitinum „Reyðarjárn“. Endamálið er at fyribyrgja og viðgera jarnmangul hjá fólki.

 

Kristján Loftsson, stjóri í Hvali hf., sigur við Morgunblaðið, at blóðtrot verður mett at raka umleið ein triðing av heimsins íbúgvum. Um helvtin av tilburðunum stendst sambært honum av jarnmangli.

 

Serliga børn undir fimm ár, kvinnur við barn og kvinnur í burðarførum aldri eru í vandabólkinum.

 

Kristján Loftsson heldur, at møguleikin at gera jarnískoyti úr hvalakjøti kann broyta kjakið um hvalaveiðu. Hann væntar, at lond við stórum hvalastovnum kunnu fara at síggja hval sum eina keldu til føðslu og jarn, serliga har jarnmangul er ein stórur heilsutrupulleiki.

 

Hann nevnir lond sunnan fyri Sahara í Afrika sum dømi. Har er jarnmangul útbreiddur, samstundis sum stórir hvalastovnar eru út fyri vesturstrondini.

 

Hvalur hf. leggur sostatt fyribils søluna av hvalakjøti til Japans til viks og fer undir at kanna ein nýggjan marknað fyri úrdráttir úr hvali.

 

Kelda: Morgunblaðið/mbl.is