We Need Art avdúkar risastórt navn innan street art

Í juni fáa vit altjóða viðurkenda listamannin Artez til Føroyar. Hann er serliga kendur fyri hansara risastóru veggmálningar, har hann greiðir frá søgum við sterkum litum.

Í meira enn 20 ár hevur hann málað hundraðtals almenn listaverk í Evropa, Asia og Suðuramerika. Og hansara verk fáa fólk at steðga á, hugsa og knappliga leggja nakað í ein vegg. Ein vegg, sum onki hevði at siga áðrenn málningin.

Ja, og so er hann eisini útbúgvin arkitektur.

Og fyri at krydda tað enn meir, so syrgir Artez altíð fyri at arbeiða tætt saman við lokala fólkinum. Hetta ger hann, so listaverkið ikki skal virka fremmant fyri føroyinar.

Hugskotið er einfalt: At gera ein veggjamálning, sum bæði listamaðurin og fólkini, sum búgva her, eru glað og errin av.

... og skjótt fara vit at avdúka, hvørjum gávuríkum føroyingum hann fer at samstarva við í samband við verkið. Gleð teg!

 

##med2##

##med3##

##med4##