Illgruni um dronuvirksemi hevði við sær, at flogferðslan varð steðgað frá klokkan 03:00 til 06:00 danska tíð.
– Hóast flúgvingin er tikin upp aftur, fara órógvini at elva til seinkingar og avlýsingar í dag, skrivar flogvøllurin á heimasíðuni.
Finnski forsætisráðharrin, Petteri Orpo, greiddi fríggjanáttina frá um møguligt dronuvirksemi í høvuðsstaðarøkinum, Uusimaa.
Hetta hendi í einum uppslagi klokkan 05:01 á sosiala miðlinum X.
Umleið ein hálvan tíma seinni staðfesti hann í nýggjum innleggi, at vandin var av.
/Ritzau/











