– Ein varandi loysn er at leiða høvuðsferðsluna uttanum bygdirnar við nýggjum vegum ella tunlum.
Tað sigur Jacob Vestergaard í svari til Fíu Selmu Nielsen, tingkvinnu hjá Fólkaflokkinum, sum hevur spurt hann um, hvat hann ætlar at gera við landsvegir gjøgnum øki, har børn hava sína dagligu gongd.
Sum vit hava umrøtt í aðrari grein á in.fo í dag, so spurdi Fía Selma Nielsen soleiðis í grein 52a fyrispurningi til Jacob Vestergaard:
1. Á hvussu nógvum vegastrekkjum í Føroyum ganga landsvegir gjøgnum øki, har børn hava sína dagligu gongd?
2. Hvørji øki er talan um?
3. Ætlar landsstýrið at gera nakað við at bøta um ferðslutrygdina á tílíkum økjum?
##med2##
Landsstýrismaðurin sigur í svarinum til spurningin, um landsstýrið ætlar at gera nakað fyri at bøta um ferðsluna á slíkum økjum sigur landsstýrismaðurin, at hann vil virka fyri, at ferðslutrygdin í bygdum øki verður raðfest fremri.
– Tað skal vera trygt at ferðast, eisini millum heim og skúla. Vónandi ber til at hækka játtanina til trygdartiltøk.
– Landsverk hevur í Samferðsluætlanum og í Temabløðum lýst, hvørjar loysnir kunnu gerast fyri at betra um umstøðurnar hjá ábærari ferðslu, sum er fólk til gongu, á súkklu, fólk við rørslutarni og onnur, sigur hann.
– Trygdartiltøk snúgva seg millum annað um ferðtálmandi tiltøk, ferðslustýring, breiðkan av gongubreytum, gonguteigar, rundkoyringar og annað.
Lesið eisini: 34 vegastrekki í Føroyum ganga gjøgnum øki við børnum
Eitt dømi er Gøtugjógv, har tað nærum eingin skilnaður er millum bilferðslu og ábæra ferðslu á staðnum. Har eru eitt nú dagstovnur og skúli omanfyri vegin, sum gera, at ferðandi til gongu úr Norðragøtu og Syðrugøtu mugu fara yvirum vegin fyri at koma til og frá skúla og dagstovni.
– Arbeitt verður við at betra verandi umstøður í samstarvi millum Landsverk og kommunu. Gongurbreytirnar eru dagførdar og kantsteinar eru settir upp. Ætlanin er eisini at gera eitt ferðtálmandi tiltak - eina ferðsluoyggj beint við íbindingina til Syðrugøtu, sigur landsstýrismaðurin.
– Sum tingkvinnan vísir á, økist ferðslan alsamt á strekkinum til og frá flogvøllinum, og sostatt eisini gjøgnum bygdirnar í Vága kommunu. Trygdin skal verða sett fremst, men framkomuleikin skal eisini vera í lagi, sigur Jacob Vestergaard.
Framd trygdartiltøk bøta um støðuna, men seinka eisini ferðslu og framkomuleika. Ein varandi loysn er at leiða høvuðsferðsluna uttanum bygdirnar við nýggjum vegum ella tunlum. Tað sama er eisini galdandi aðrastaðni í landinum.
Í ár eru 2,4 mió. kr. játtaðar til at fyrireika tunnil á farleiðini frá flogvøllinum til Vágatunnilin, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svarinum til Fíu Selmu Nielsen.












