Áki D. Samuelsen er svenskur steypavinnari

Mjällby vann á Hammarby í steypfinaluni

Mynd: Sveriges Radio

Áki D. Samuelsen er svenskur steypavinnari.

 

Áki og liðfelagarnir í Mjällby vunnu í steypafinaluni á Strawberry Arena leikvøllinum í Stokkhólmi 2-1 á Hammarby frammanfyri 40.000 áskoðarum.

 

Áki kom á vøllin í 63. minutti, og tað gingu bert tríggjar minuttir, so fekk hann eitt gult kort. 

 

Øll málini vóru skotin í fyrra hálvleiki. Elliot Stroud legði Mjällby á odda í 19. minutti. Bert tríggjar minuttir seinni javnaði Hammarby til 1-1. Í yvirtíðini í fyrra hálvleiki skoraði Jacob Bergström sigursmálið hjá Mjällby.

 

Heilt móti dystarenda hevði Áki ein góðan málmøguleika til at økja til 3-1, men royndin bleiv bjargað á málstrikuni av einum verjuleikara hjá Hammarby, sambært dystarfrásøgnini hjá Sveriges Radio. 

 

Áki er fyrsti føroyski fótbóltsleikarin, ið vinnur svensku steypakappingina.

 

Todi Jónsson og Brandur H. Olsen vunnu báðir á sinni donsku steypakappingina við FC Keypmannahavn. Og Brandur hevur eisini saman við Jóannesi Bjartalíð vunnið norsku steypakappingina við Fredrikstad.

 

Uni Arge, Julian Johnsson, Símun Samuelsen, Jónas Tór Næs, Kaj Leo í Bartalsstovu, Jóan Símun Edmundsson, Pætur J. Petersen og Gunnar Vatnhamar hava allir vunnið steypakappingina í Íslandi við Akranes, Keflavík, ÍBV, KA og Víkingi Reykjavík.  

 

In.fo ynskir Áka D. Samuelsen hjartaliga tillukku við svenska steypagullinum. 

 

Mynd: Sveriges Radio