Mynd: Kenny Holston/Reuters/Ritzau Scanpix

Iran tekur væl ímóti øllum hjálp frá Kina

Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, sigur, at Iran er til reiðar at fáa eina og hvørja hjálp, eisini frá Kina, fyri at loysa ósemjuna í Miðeystri.

Mynd: Kenny Holston/Reuters/Ritzau Scanpix

– Vit hava sera góð viðurskifti við Kina. Vit eru strategiskir samstarvsfelagar við hvønn annan, og vit vita, at kinesarar hava góðar ætlanir, so alt, sum kann gerast av teimum fyri at hjálpa diplomatiini verður kærkomið av Islamiska Lýðveldinum, segði Araghchi í dag.

USA og Ísrael lupu á Iran 28. februar. Partarnir samráðast um loysn á ósemjuni, samstundis sum semja er um vápnahvíld.

Pakistan virkar sum meklari.

Abbas Araghchi er í India, har hann var á fundi í BRICS-samstarvinum.

 

Ritzau/AFP

 

 

Mynd: Kenny Holston/Reuters/Ritzau Scanpix