Landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum Eyðdis H. Niclasen hevur í dag verið á kunningar- og arbeiðsvitjan hjá Sev saman við embætisfólkum sínum.
Hetta skrivar sev.fo.
Nevnd og stjórn tóku ímóti, og viðurskifti á elorkuøkinum vórðu umrødd.
Eisini vitjaði landsstýriskvinnan í kontrollrúminum, har Jón Nielsen, deildarstjóri fyri elnetið, greiddi frá.











