Maria var aftur toppskjútti hjá Horsens

Horsens tapti heimadyst í ovara endaspælinum

Mynd: HH Elite

Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir taptu eisini fjórða dystin í bólki 2 í ovara endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini, men Maria stóð fyri enn einum góðum avriki.

 

Í Forum høllini í Horsens mátti heimaliðið lúta 23-31 fyri Ikast, ið var á odda 19-10 í steðginum.

 

Maria gjørdist við fimm málum toppskjútti hjá Horsens. Hon legði eisini upp til trý mál (assist), og hon vann liðnum eitt brotskast. Sambært hagtølunum var hon mest virðismikli leikarin hjá heimaliðnum.

 

Horsens er aftast í bólki 2 við ongum stigi. Liðið hjá Janu Mittún, Viborg hevur tvey stig. Ikast hevur níggju stig og Odense hevur seks stig.

 

Klokkan 17 tekur Viborg móti Odense í BIO CIRC Arena. 

 

Mynd: HH Elite