Nýtt frá Starlight: Vilt tú vita

Tónleikabólkurin Starlight, ið legði árar inn allar fyrst í áttatiárunum, er av álvara vaknaður aftur.

 

Fleiri stakløg eru útkomin, og nú er aftur eitt nýtt lag komið við Starlight.

 

Tað eitur "Vilt tú vita".

 

Um sangin verður sagt:

 

Sangurin er um at leita eftir sær sjálvum. Ein ferð, har fatan og skil ikki røkka, og har dreymar hvørva burtur, áðrenn teir síggja dagsins ljós. Lívsleiðin fer í óvæntaðar ættir, og svarini vit ynskja, fáa vit ikki. Hetta er nakað tey flestu helst kenna til.

 

Lagið er útgivið talgilt 1. mai 2026 av Plátufelagnum Tutl.

 

Lurta eftir Vilt tú vita