Í annaðkvøld klokkan 18.30 byrjar seinni dysturin í triðja undanumfarinum í Europa League millum KÍ og Lech Poznan úr Póllandi.
Lech Poznan hevur eina 1-0 leiðslu við sær frá fyrra dystinum.
Vegna fútaforboð verður dysturin ikki spældur á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík, men á Tórsvølli.
Lech Poznan fekk sunnudagin eina góða undansýning fýra dagar undan returdystinum á Tórsvølli móti KÍ.
Lech Poznan vann í bestu pólsku fótbóltsdeildini, Ekstraklasa greiðan 3-0 heimasigur á Piast Gliwice. Málin vóru skotin seinastu 27 minuttirnar av dystinum.
Lech Poznan er saman við Legia Varsjava fremst í deildini. Liðini hava sjey stig hvør fyri tríggjar dystir.
HER ber til at síggja hvussu Lech Poznan fýra dagar undan returdystinum móti KÍ vann 3-0 á Piast Gliwice:
##med2##











