Í dag fer løgreglan at hava venjingar við Irish Pub, á Tinganesi og við Vinnumálaráðið, sum heldur til í Kristnastovu í Gongini í Havn.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at har verða nógv fólk og stríðsútgerð og fólk, sum eru 'figurantar'.
– Men fólk skulu als ikki vera bangin, tí hetta eru jú bara venjingar.
Venjingarnar í dag vera millum klokkan 9.30 og 17.
Vaktleiðarin sigur, at venjingar verða aftur í morgin, men tá verður tað á øðrum stað.











