Fleiri enn 20 skjøl um kinesiskt og russiskt samstarv eru undirskrivað í sambandi við, at russiski forsetin, Vladimir Putin, vitjar í Kina.
Tað skrivar statsliga russiska tíðindastovan Tass í dag.
Kinesiski forsetin, Xi Jinping, sigur, at Kina og Russland eru komin upp á "hægsta stig í strategiskum samstarvi".
Bæði Putin og Xi gera útsagnir til fjølmiðlarnar, men sambært tíðindastovuni Reuters taka teir ikki ímóti spurningum á tíðindafundi.
Samstarvsavtalurnar snúgva seg millum annað um handil, tøkni og gransking, skrivar BBC.
Eisini er ein avtala um "íkoma av einum multipolerum heimi" undirskrivað, upplýsir Tass.
Í eini fleirpolarari heimsskipan eru fleiri stórveldi. Hetta er í andsøgn við til dømis eina tvípolara heimsskipan við bert tveimum stórveldum, eins og undir kalda krígnum við USA og Sovjetsamveldinum - ella eina unipolara heimsskipan við bert einum stórveldi.
Kinavitjanin hjá Putin varð alment kunngjørd bert fáar tímar eftir, at amerikanski forsetin, Donald Trump, endaði ferðina til Kina í síðstu viku.
Sambært Reuters hava Xi og Putin hitst yvir 40 ferðir gjøgnum árini.
Í februar 2022 skrivaðu Russland og Kina undir eina strategiska samstarvsavtalu "uttan landamørk". Hetta var bara tríggjar vikur áðrenn russisku innrásina í Ukraina.
Russland er sera bundið at Kina.
Kina er tað landið í heiminum, sum keypir mest fossil brennievni úr Russlandi og er tann mest avgerandi búskaparligi samstarvsfelagin hjá russisku stjórnini.
/Ritzau/











