Koyrdi ávirkaður av rúsevnum

Og heldur ikki í dag vil løgreglan siga nakað um bátin, sum sigldi á Brimil á bátastevnuni í Vestmanna

Tað var um níggjutíðina í gjár, at løgreglan steðgaði einum bili, har tað vísti seg, at bilførarin var ávirkaður av rúsevnum. Blóðroynd varð tikin, og tað málið gongur nú sína gongd, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Men enn frættist einki meira um nógv umrødda málið á bátastevnuni í Vestmanna, har ein bátur sigldi inn í síðuna á Brimli, og fleiri fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið – ein enntá við tyrlu.

Men nú á fjórða dagin er svarið tað sama frá løgrelguni: Vit hava onga viðmerking.

Lesið eisini: Bátur rendi inn í síðuna á Brimli