Atlantic Fair verður aftur í Klaksvík í 2028.
Tað skrivaðu Áki í Skemmuni, stjóri á Atlantic Fair og Karl H. Johansen, borgarstjóri, undir á samkomu í Varpinum.
Atlantic Fair hevur í ár 25 ár á baki, og áhugin hjá bæði føroyskum og útlendskum fyritøkum at luttaka á sjóvinnuframsýningini er stórur.
Við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu sigur Áki í Skemmuni, stjóri í Atlantic Fair, at hann er sera væl nøgdur við tiltakið í ár.
– Vit hava havt eitt sera gott samstarv við Klaksvíkar kommunu, og vit gleða okkum til Atlantic Fair 2028, sigur hann.
Áki í Skemmuni vísir á, at tá sjóvinnuframsýningin verður aftur í Klaksvík, verður Hotel KG eisini ein partur av býarumhvørvinum.
- Hetta fer at geva framsýnarum munandi betri umstøður, so tað gleða vit okkum til, sigur stjórin í Atlantic Fair.
Sjóvinnuframsýningin, sum læt upp í sambygdu hallunum í Klaksvík týsmorgunin klokkan 10, endar í dag.










