Jarðskjálvti í Keypmannahavn

Fleiri staðni í Keypmannahavnarøkinum hava tey merkt ristingar nú klokkan 16:15 danska tíð.

Sambært Android Alerts jarðskjálvtaávaring hevur verið ein jarðskjálvti við eini styrki upp á 4,2.

Fólk á Oyrasundskollegiinum, har nógvir føroyingar búgva, siga, at tey merktu týðuliga ristingarnar.

 

Ritzau roynir í løtuni at fáa viðmerkingar frá GEUS.