Ukraina brynjar seg til russisk álop norðanfyri

- Russland kann fara at brúka hvítarussiskt øki í sínari krígsførslu móti Ukraina, sigur forsetin, Volodymyr Zelenskyj

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at fleiri ymiskar orsøkir kunnu vera til, at Russland ger seg út til at leypa á Ukraina har norðuri í landinum.

 

- Vit styrkja okkara verju við norðaru mørkini fyri at vera til reiðar til russisk álop, skrivar forsetin á X, fyrrverandi Twitter.

 

Forsetin leggur aftrat, at ukrainski herurin fyrireikar seg til eitt og hvørt fíggindaligt russiskt átak.

 

Volodymyr Zelenskyj leggur aftrat, at Russland kom fara at brúka hvítarussiskt øki í sínari krígsførslu, og hann ávarar um, at Kyiv eisini fyrireikar diplomatisk tiltøk móti Minsk.

 

Minsk er høvuðsstaður í Hvítarusslandi, har vinmaðurv Vladimir Putins, Aleksandr Lukasjenko, er forseti og stýrir landinum við harðari hond.