Fleiri fólk í Keypmannahavnarøkinum hava kent skjálvtar seinnapartin í dag umleið klokkan 16:15 danska tíð.
Evropeiski jarðskjálvtadepilin hevur mált ein jarðskjálvta á 3,5 við miðdepli 30 kilometrar sunnan fyri Keypmannahavn. Tað stendur á heimasíðuni hjá deplinum.
Hetta roynir Ritzau at fáa staðfest av Jarðfrøðistovuni í Danmark og Grønlandi (GEUS).
GEUS hevur tó gjørt eina stutta dagføring á sosiala miðlinum LinkedIn.
– Vit eru vitandi um, at nógv fólk í dag, 20. mai 2026, hava upplivað ein risting á Sælandi.
– Okkara seismologar arbeiða av øllum alvi at kanna hendingina. Vit dagføra her so skjótt vit eru før fyri tí, skrivar GEUS.
Beint eftir skjálvtarnar var Ritzau í sambandi við løgregluna í Keypmannahavn, sum ikki hevði fingið nakrar fráboðanir um skjálvtarnar tá.
Hjá Mið- og Vestursælendsku løgregluni segði løgreglustjórin umleið fimtan minuttir eftir skjálvtarnar, at løgreglan hevði fingið fráboðanir um skjálvtar, men at hetta ikki hevði givið orsøk til, at løgreglan tók nakað tiltøk.
##med2##
/Ritzau/











