Landsstýrið vil nú brúka 2,5 milliónir krónur afturat upp á nýggju talgildu skipanina til barsilsútgjøld.
Tískil er lagt fram lógaruppskot, sum hækkar játtanina til verkætlanina úr 11 upp í 13,5 milliónir krónur. Samstundis verður biðið um at leingja gildistíðina á verkætlanini eitt ár – frá 1. januar 2027 til 1. januar 2028.
Orsøkin er, at TAKS, sum mennir skipanina, hevur boðað Almanna- og bústaðamálaráðnum frá, at arbeiðið er vorðið bæði dýrari og drúgvari enn upprunaliga mett.
Innanhýsis skipanin hjá TAKS er longu tikin í nýtslu, men talgildu loysnirnar, sum borgarar og arbeiðsgevarar skulu brúka, eru ikki lidnar enn.
Tær 2,5 milliónirnar, sum nú biðið verður um, skulu tryggja, at umsóknir um barsilsútgjald og samskiftið við myndugleikarnar kunnu fara fram talgilt. Endamálið er at gera skipanina lættari at brúka og at stytta um málsviðgerðina.
Sambært uppskotinum kostar sjálv menningin umleið 2,2 milliónir krónur meira enn ætlað. Harafturat verða 300.000 krónur settar av sum trygd móti óvæntaðum meirkostnaði.
Fæst játtanin skjótt samtykt, metir TAKS, at skipanin kann verða liðug og tikin í nýtslu 1. apríl 2027. Men verður arbeiðið steðgað orsakað av vantandi fígging, kann skipanin verða útsett heilt til várið 2028, og tað fer eisini at kosta eyka at seta arbeiðið í gongd aftur.
Tað er Barsilsgrunnurin, sum rindar kostnaðin av nýggju kt-skipanini.
Sambært landsroknskapinum hevði Barsilsgrunnurin í 2025 inntøkur upp á 227,6 milliónir krónur og útreiðslur upp á 211,2 milliónir krónur. Tað gav eitt avlop upp á 16,5 milliónir krónur, og ognin hjá grunninum var 101,6 milliónir krónur við árslok.
Landsstýrið metir, at nýggja skipanin fer at gera umsitingina bæði smidligari og bíligari, tí nógv av arbeiðinum verður talgilt og sjálvvirkandi bæði hjá borgarum, arbeiðsgevarum og TAKS.










