Bretska stjórnin ætlar at banna 16 og 17 ára gomlum at brúka sosialar miðlar millum á midnátt og klokkan seks á morgni. Enn er tó ógreitt, hvussu reglurnar skulu handhevjast. (Savnsmynd). Foto: Dado Ruvic/Reuters/Ritzau Scanpix

Bretar vilja banna sosialar miðlar um náttina hjá ungum

Bretar ætla at seta nýggj mørk fyri nýtsluni av sosialum miðlum hjá ungum. Sambært nýggjum ætlanum hjá bretsku stjórnini skulu 16 og 17 ára gomul ikki sleppa inn á sosialar miðlar millum á midnátt og klokkan seks á morgni.

Bretska stjórnin ætlar at banna 16 og 17 ára gomlum at brúka sosialar miðlar millum á midnátt og klokkan seks á morgni. Enn er tó ógreitt, hvussu reglurnar skulu handhevjast. (Savnsmynd). Foto: Dado Ruvic/Reuters/Ritzau Scanpix

Tað skrivar BBC sambært Ritzau.

Talan er um miðlar sum Instagram, TikTok og YouTube. Samstundis vil stjórnin krevja, at vanadannandi hentleikar, sum sjálvvirkandi avspæling av tilfari, verða sløktir hjá teimum ungu.

Kortini kunnu tey ungu sjálvi velja at broyta kontuinnstillingarnar og soleiðis sleppa undan forboðnum.

Sambært bretska tøknimálaráðharranum, Liz Kendall, skulu nýggju reglurnar hjálpa ungum at fáa betri svøvn, savna seg um skúla og útbúgving og brúka meira tíð saman við familju og vinum.

Stjórnin ætlar eisini at seta strangari krøv til AI-prátforrit. Millum annað skulu veitarar tryggja, at brúkarar undir 18 ár fáa regluligar steðgir í nýtsluni.

Ætlanin er at leggja uppskotið fyri bretska tingið áðrenn árslok. Um tað verður samtykt, skal tað koma í gildi samstundis sum forboðið móti sosialum miðlum hjá børnum undir 16 ár, sum ætlandi verður sett í verk komandi vár.

Sambært AFP er tó ógreitt, hvussu reglurnar skulu handhevjast, og bæði BBC og AFP vísa á, at tey ungu kunnu sleppa undan forboðnum við at broyta innstillingarnar á kontuni.