##med2##
Trýstið á pílin og hoyrið granskingarleiðaran hjá danska hjartafelagnum, Gunner Gislason, greiða frá hjartasjúku
Margreta drotning varð seinnapartin hósdagin innløgd á Rigshospitalet vegna hjartatilburð.
Hon verður innløgd um vikuskiftið til eygleiðing og víðari kanningar.
Tað skrivaði Kongshúsið í stuttum tíðindaskrivi seinnapartin.
86 ára gamla drotningin er troytt, men í góðum lag, sambært Kongshúsinum, sum boðar frá, tá tíðindi koma.
Hjartatilburðir standast í høvuðsheitum av kálking í krúnulívæðr í hjartanum, greiðir Gunner Gislason, granskingarleiðari hjá danska hjartafelagnum frá.
– Hetta merkir, at ikki nóg mikið av súrevni kemur til hjartað. Tað elvir vanliga til pínu í bringuni, sum vanliga kemur fyri, tá tú rørir teg undir kropsligum virksemi, sigur hann.
Vandin fyri at fáa hjartatilburðir økist við aldrinum.
– Aldur er ein vandafaktorur, og tað eru typiskt eldri fólk, sum fáa hjartatilburðir.
Men lívsstílsfaktorar spæla eisini ein leiklut, vísir hann á.
– Teir klassisku vandafaktorarnir eru royking, sukursjúka, høgt blóðtrýst, fiti og stillur lívsstílur, sigur Gunner Gislason.
Sambært granskingarleiðaranum verður viðgerðin í flestu førum blóðtynnandi og kolesterollækkandi medisin.
Í sjáldsomum førum kann eisini umhugsast bypass-skurðviðgerð ella ballónvíðkan av kransæðrunum í hjartanum.
Drotningin hevur góðar møguleikar at koma fyri seg aftur, metir Gislason.
– Tað er ein sera vanlig avleiðing av hjartatilburðum, at tú ert troyttur.
– Men tú plagar at koma sera væl fyri teg aftaná, sigur hann.
Margreta drotning varð seinast innløgd í mai 2025. Tá var hon innløgd til eygleiðingar orsakað av forkølilsi.
Hetta varð gjørt "fyri eina sikkurheits skyld", segði kongsfamiljan tá.
/Ritzau/











