Í annaðkvøld klokkan 19.30 spælir føroyska manslandsliðið triðja og seinasta dystin í innleiðandi EM-bólki D.
Í Unity Arena uttanfyri Oslo møtast Slovenia við fýra stigum og Føroyar við trimum stigum. Klokkan 17 møtast Sveis, ið hevur eitt stig, og Montenegro, ið einki stig hevur.
Slovenia hevur eina lítla favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Miðaloddsini upp á slovenskan sigur eru 1,92.
Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru 2,27, so tað er ikki nógv sum skilir liðini.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 8,13.
HER eru oddsini:
##med2##












