Fredheim Livsstilssenter í Kongsberg

Fyrilestur um góðan lívsstíl 

Fleiri føroyingar hava fingið góða hjálp á Fredheim Livsstilssenter í Kongsberg, sum bjóðar heilsuligt uppihald við góðum mati, rørslu, hvíld og vegleiðing frá royndum starvsfólkum

 

Fredheim Livsstilssenter í Kongsberg

Í sambandi við, at Frederik Kozma, leiðari og lækni á Fredheim Livsstilssenter í Noregi, er í Føroyum saman við føroysku, Henriettu Jørgensen, sum er føðsluráðgevi, skipar eldrafelagið Hugni fyri tiltaki um heilsugóðan mat.

 

Tiltakið verður í Smæruni í Klaksvík í morgin, týsdagin hin 20. januar klokkan 15.

 

Fredheim Livsstilssenter læt upp í 1980 í einum minni heimi, og í 1987 varð flutt í onnur størri hølir í Kongsberg, har heimið framvegis heldur til.

 

Frederik Kozma og Henrietta Jørgensen hava hildið fyrilestrar í fleiri støðum í Føroyum, eitt nú í Vestmanna, Sørvági og Saltangará.

 

Fleiri føroyingar hava fingið góða hjálp á Fredheim Livsstilssenter í Kongsberg, sum bjóðar heilsuligt uppihald við góðum mati, rørslu, hvíld og vegleiðing frá royndum starvsfólkum.

 


 

 

Fredheim Livsstilssenter í Kongsberg