Aldargamla seglskipið Lola of Skagen vitjar í Vági. Hetta er fyrsta seglskipið, sum vitjar í ár – góðar fýra mánaðir, áðrenn seglskip og seglbátar vanliga koma.
- Fyrsti útlendski gesturin í 2026 er komin. Seglskipið kom úr Stornoway, eftir at hava siglt úr Fraklandi, yvir Ermasund, upp við Onglandi og bretsku oyggjunum.
Í Vági siga tey, at skipið er á veg til Íslands.
- Ferðin til Føroyar hevur gingist væl, og veðrið hevur verið gott - uttan í Ermasundi, har tað var eitt sindur buldrasligt. Umborð á Lola of Skagen eru níggju fólk, sjey vaksin og tvey børn.
Síðan skipið kom á Vág, hevur manningin hugt seg umkring í Vági. Tey hava eitt nú sæð Vágseiðið, og tey hava verið í Páls Høll, eins og tey hava verið úti og etið.
- Ætlanin er eisini at ganga eftir varðagøtuni til Trongisvágs og síðan við Smyrli til Havnar.
Úr Vági verður sagt, at manningin á seglskipinum letur væl at umstøðunum og landslagnum kring Vágsfjørð.
##med2##
Vágs havn hevur seinastu árini upplivað eina støðuga øking í vitjanum av seglskipum og seglbátum, tó plaga hesi før vanliga at koma um aprílmánaða. So sigast má, at hetta var ein óvæntaður, men vælkomin gestur.
- Lola of Skagen er bygt í 1919 í Skagen, men er heimahoyrandi í Bretagne í Fraklandi. Upprunaliga var skipið fiskiskip, men er seinni umbygt til frítíðarskip, sum kann leigast.
Lagt verður aftrat, at skipið hevur siglt sum leiguskip síðani 1975.












