Eydnaðist væl í Danmark hjá Gaia úr Gulu Smiðju

Bólkurin Gaia varð sera væl fagnaður. Framførslurnar gingu avbera væl - ikki minst tí, at nógv varð gjørt burturúr at hava fyrsta floks tøkni, bæði til ljóð og ljós

Seinasta vikuskiftið luttók tónleikabólkurin Gaia úr Gulu Smiðju í Saltangará á stórum tónleikafestivali fyri ung. Tað er meginfelagsskapurin fyri ungdómshús í danska ríkinum, ”Ungdomsringen”, sum skipar fyri hesum tiltaki á hvørjum ári.

 

- Festivalurin fór fram í Nordkraft, sum er ein gomul verksmiðja, ið plagdi at hava stóran leiklut í vinnulívinum í Aalborg, men sum fyri nøkrum árum síðan varð umvæld og í dag verður brúkt sum mentanardepil og til annað virksemi.

 

Á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu vísa tey á, at í Danmark vóru framførslur á fimm pallum í tveir dagar, umframt verkstovur, framsýningar og dansiframførslur á felagsøkjum.

 

- Umleið 150 bólkar úr ymiskum ungdómshúsum og eftirskúlum í Danmark luttóku, og so var eisini ein bólkur úr Grønlandi og tveir úr Føroyum, Gaia úr Gulu Smiðju og Myrkheim úr Margarinfabrikkini í Havn.

 

Víst verður á, at Gaia, sum er sprottin úr samanspælstímum í Gulu Smiðju seinastu tvey árini, hevði tvær framførslur, eina fríggjakvøldið á næststørsta pallinum og eina leygardagin á størsta pallinum, Skråen.

 

##med2##

 

- Í báðum førum vóru umleið 80-100 áskoðarar, og bólkurin Gaia varð sera væl fagnaður. Framførslurnar gingu avbera væl - og ikki minst tí, at nógv varð gjørt burturúr at hava fyrsta floks tøkni, bæði til ljóð og ljós. Tey fimm í bólkinum fingu eisini høvi at hoyra nógvar konsertir og taka lut í verkstovum, og tey fingu nógvan góðan íblástur við sær heim aftur.

 

Sagt verður, at tvey starvsfólk úr Gulu Smiðju og eitt foreldraumboð eisini vóru við á ferðini, sum var væl stuðlað av Runavíkar kommunu og Borg. Gula Smiðja fekk eisini nakað av stuðuli frá Almanna- og mentamálaráðnum, úr puljuni til barna- og ungdómsarbeiði.

 

At enda verður víst á, hvørjir limirnir í Gaia eru: Andrias Iversen, Villiam H.Troest, Armgardt Vón Jónsdóttir, Sverri Kárason og Tóri L. Petersen. Hjalti B. Støylen hevur havt tey undir kønari hond til samanspæl í Gulu Smiðju.

 

##med3##