Í kvøld klokkan 18.30 byrjar seinni dysturin í triðja undanumfarinum í Conference League millum NSÍ og sveisiska liðið, FC Lugano.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
FC Lugano vann fyrra dystin á heimavølli 2-0. Dysturin verður leiktur á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.
Sveisiska liðið hevur eina stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin
(Oddsini er galdandi fyri vanliga leiktíð)
Oddsini upp á heimasigur til NSÍ liggja millum 7,80 og 10,80.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 4,90 og 5,61.
Oddsini upp á útisigur til FC Lugano liggja millum 1,25 og 1,33.
HER eru oddsini:
##med2##











