Tá ið Jenis av Rana á sinni varð landsstýrismaður í mentamálum, nýtti hann høvi til at taka pressufrælsið frá privatu miðlunum.
Hann setti nevniliga eina nevnd við einum løgfrøðingi á odda at gera av, hvat privatu miðlarnir skuldu skriva um og varpa út.
Tað merkti, at miðlarnir skuldu gera ymsar verkætlanir, sum ein nevnd, ið var mannað við fólki, sum fyri størsta partin, ikki vóru miðlafólk, skuldi góðtaka, annars varð fíggjarliga grundarlagið rykt undan teimum.
Hetta er ein skipan, sum hevur virkað stak illa, og sum fullkomiliga hevur tikið pressufrælsið frá privatu miðlunum.
Harafturat hevur skipanin eisini virkað illa á tann hátt, at miðlastuðulsnevndin fyri ein stóran part hevur verið óarbeiðsfør. Eitt nú hevur Dimmalætting ikki fingið stuðul fyri verkætlanir, sum vórðu skrivaðar í 2023, ella fyri trimum árum síðani.
Avleiðingin er, at privatu miðlarnarir hava ongantíð verið í so ringari støðu sum teir eru nú. Ístaðin fyri at gera tað, sum er endamálið við teimum, nevniliga at skapa kritiskan journalistik, mugu miðlarnir brúka størstu orkuna upp á verkætlanir, sum ein nevnd við einum løgfrøðingi á odda, skuldi góðkenna.
Hetta er ikki tað miðlar eru settir í verðina til.
Nú Fólkaflokkurin fekk landsstýrismannin í mentamálum, vónaðu vit, at hendan høpisleysa skipanin varð avtikin beinanvegin.
Men tað sær tað ikki út til - hóast hvør einasti politikari, vit hava tosað við, heldur, at hetta er ein vánalig skipan.
Vit hava roynt at koma at tal við Bárð á Lakjuni, men tað sær ikki út til, at hann hevur áhuga at tosa við okkum. Í øllum førum eru boðini, at verandi skipan verður ikki broytt í ár, og tí skulu privatu miðlarnir framvegis vera undir eftirliti av einum løgfrøðingi og eini almennari nevnd.
Tað merkir, at vit fáa ikki pressufrælsið aftur, og tað er ein forðing fyri menning, tí ístaðin skal øll orkan framvegis brúkast til at skriva verkætlanir.
Tí vil eg eg vil heita á landsstýrismannin um at útseta freistirnar fyri at lata verkælanir og ístaðin at koma í samskifti við við privatu miðlarnar um eina framtíðartryggjaða skipan við miðlastuðlinum.
At lata teir doyggja út, so at vit bara eina hava ein sterkan miðil, sum fær einkarætt upp á at ger av, hvat hevur ein samfelagsligan týdning, kann ómøguligt vera í áhuga hjá politisku skipanini.
Norðragøta 13. august 2026
Jonhard Hammer
Blaðstjóri
Dimmalætting











