Nú vil Eirikur í Jákupsstovu hava at vita, nær arbeiðið verður liðugt.
Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður, hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein skrivligan fyrispurning um útvarpssamband í Viðareiðistunlinum.
Hann spyr, hvussu langt arbeiðið at gera útvarpssamband í tunlinum er komið, og nær roknað verður við, at arbeiðið verður liðugt.
Í viðmerkingunum vísir Eirikur í Jákupsstovu á, at peningur varð settur av í síðstu fíggjarlógini hjá undanfarna samgongu til at tryggja, at útvarp skuldi kunna hoyrast í Viðareiðistunlinum.
– Nú árið er væl meira enn hálvliðið, er arbeiðið enn ikki framt. Tí hesin spurningur, skrivar løgtingsmaðurin.
Fyrispurningurin varð settur á Løgtingi í dag, 13. august.











