Løgreglan fekk í gjár eina fráboðan um, at ferðalig var í fjøllunum oman fyri Funning, har tey ikki hildu, at alt ruggaði rætt viðvíkjandi arbeiðsloyvi.
Løgreglan fór á staðið og staðfesti, at ferðaleiðarin arbeiddi uttan arbeiðsloyvi. Talan var um ein ferðaleiðara úr Rumenia, sum segði seg ikki vita, at tað kravdist arbeiðsloyvi fyri at arbeiða í Føroyum.
Hann varð tí skuldsettur og fekk 10.000 krónur í bót, sum hann rindaði alt fyri eitt.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at hetta var ógvuliga ódramatiskt, og at ferðaleiðarin viðgekk, at hann hevði forbrotið seg, men at tað var tí, at hann visti ikki, at arbeiðsloyvi krevst.
Orsøkin til, at hann bara fekk 10.000 krónur í bót – onkur hevur fingið upp í 300.000 krónur, er tí, at hann hevur verið so stutt í Føroyum. Bótin er 10.000 krónur fyri hvønn byrjaðan mánað, sum viðkomandi hevur arbeitt ólógliga í Føroyum.
Nú verður bíðað eftir svari frá myndugleikunum í Danmark, um ferðaleiðarin skal vísast av landinum.










