Góðar skattainntøkur í Sjóvar kommunu

Higartil í ár hevur Sjóvar kommuna fingið stívliga 2,1 milliónir krónur meira í skatti enn somu tíð í fjør

 

Í Sjóvar kommunu kunnu tey vera væl nøgd við skattainntøkurnar higartil í ár.

 

Ein uppgerð yvir fyribilsskattin hjá kommununum í ár vísir, at kommunurnar tilsamans fingu 59,8 milliónir krónur meira inn í skatti frá 1. januar til 30. apríl í ár enn sama tíðarskeið í fjør.

 

Og í Sjóvar kommunu kunnu tey fegnast um, at tey eiga ein part av veksandi skattainntøkunum hjá kommununum.

 

Í hesum tíðarskeiði í fjør fekk Sjóvar kommuna 19.654.626 krónur í skatti, men í ár er talið 21.798.314 krónur. 

 

- Munurin í krónum er 2.143.688, sum er 10,91 prosent meira enn í fjør, siga tey í Sjóvar kommunu í dag.