Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi

Øll sum ikki eru í kríggi við Iran sleppa gjøgnum sundið

- Øll skip, sum sigla gjøgnum sundið, eiga at gera hetta í samstarvi við iransku marinuna, sigur iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi

Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi

Í dag sigur Iran, at øll skip kunnu fara ígjøgnum Hormussundið - undantikið skip úr teimum londum, sum eru í kríggi við Iran.

 

- Øll skip, sum sigla gjøgnum sundið, eiga at gera hetta í samstarvi við iransku marinuna, sigur iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi við Reuters.

 

Hann vísir á, at støðan í Hormussundinum er ógvuliga fløkt, og Iran roynir at hjálpa til.

 

Iran hevur í stóran mun stongt strategiskt týdningarmikla sundið, síðan USA og Ísrael lupu á hin 28. februar í ár.

 

Stongsulin hevur havt stórar avleiðingar fyri heimsbúskapin, tí umleið 20 prosent av heimsins olju og gassi kemur úr Persaraflógvanum.

 

Mikudagin í vikuni gjørdi Iran av, at ein røð av kinesiskum skipum kundu fara gjøgnum sundið.

 

Hetta vita fleiri iranskir miðlar at siga.

 

Á hinari síðuni hevur USA stongt fyri iranskum havnum.

 

Tó verður sagt, at USA higartil ikki hevur roynt at steðgað kinesiskum skipum, sum eru farin gjøgnum Hormussundið við loyvi úr Iran.

 

 

 

 

 

Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi