Tórshavnar kommuna: Bjóðar út grundøki í Kollafirði

Tórshavnar kommuna bjóðar nú út grundøki í Kollafirði til sølu til íbúða- og/ella raðhúsabygging

Tórshavnar kommuna bjóðar við hesum út part av matrikkli nummar 203c, 308 og 309 í Kollafirði til sølu til íbúða- og/ella raðhúsabygging. Økið er umleið 5.772 m² til støddar og er ætlað til bústaðarbygging við tilhoyrandi fríøkjum og uttanumøki.

 

Við hesum útboðnum verður enn eitt stig tikið fyri at skapa fleiri bústaðir í Kollafirði og geva bæði ungum, familjum og eldri møguleika at seta búgv í bygdini. Endamálið er at stuðla undir eina fjølbroytta og livandi bygd við góðum og nútímans bústaðarloysnum.

 

Endamálið við útbjóðingini er at menna eina dygdargóða og vælskipaða bústaðarverkætlan, ið tekur atlit til landslagið, útsýnið og verandi nærumhvørvið í Kollafirði. Dentur verður lagdur á góðan arkitektur, burðardyggar loysnir og fjølbroyttar bústaðir.

 

Tíðarlinja

 

  • Kunngerð: 15. mai 2026
  • Freist fyri spurningum: 29. mai 2026
  • Freist fyri innlating av tilboðum: 17. juli 2026 klokkan 12
  • Politisk avgerð: September/oktober 2026

 

Nærri kunning og innlating av tilboðum

 

Útbjóðingartilfarið, fylgiskjøl og nærri upplýsingar sært tú á síðu okkara um útboð í kommununi. Tilboðini skulu latast inn umvegis útboðsportalin hjá Tórshavnar kommunu.

 

Útboð í kommununi

 

Útboðsportalurin (utbod.torshavn.fo)