HM: Føroyar hava eina stóra favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum

Her eru oddsini upp á HM røkkstøkk dystin Føroyar-Bosnia Hersogovina

Føroyska manslandsliðið í hondbólti hevur havt ein sterkan heimavøll seinnu árini. Okkara hava ikki tapt ein kappingardyst á heimavølli í skjótt fýra ár. 

 

Seinasta liðið, ið vann á Føroyum í einum kappingardysti var Eysturríki. 16. oktober í 2022 vann Eysturríki tepran 30-28 (14-14) sigur á Føroyum í høllini á Hálsi í Havn.

 

Føroyar, ið vunnu 24-22 (12-10) á Kosovo í tí fyrra HM røkkstøkk dystinum hava eina stóra favorittstøðu hjá 15 altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á seinna HM røkkstøk dystin, ið verður leikt í høllini við Tjarnir, har 3.000 føroyskir áskoðarar fara at gera sítt, at føroyska manslandsliðið vinnur set til fyrsta HM-endaspælið nakrantíð.

 

Oddsini upp á føroyskan heimasigur liggja millum: 1,06 og 1,10. 

 

Oddsini upp á javnleik, ið gevur ein samlaðan føroyskan sigur (tað ger eitt eittmálstap eisini) liggja millum: 13,00 og 24,00.

 

Oddsini upp á bosniskan útsigur liggja millum: 8,50 og 12,00. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##