Hækking av hægst møguliga endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku

Frá 1. januar 2026 verður endurgjaldið fyri mista arbeiðsinntøku hækkað frá kr. 27.779 til kr. 31.000 um mánaðin, umframt frítíðarløn og bundna eftirlønargjaldið

Almannaverkið skrivar, at endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku verður veitt

 

-       foreldrum ella øðrum, sum mugu vera heima hjá børnum vegna sjúku ella brek.

 

-       foreldrum, sum missa barn yngri enn 18 ár ella sum fáa eitt deyðføtt barn.

 

-       avvarðandi hjá fólki undir fólkapensjónsaldur, sum ynskja at doyggja heima.

 

-       avvarðandi hjá fólki undir fólkapensjónsaldur, sum hava seinheilaskaða.