Føroyingar eru innovativir og hava altíð megnað at hugsa nýtt – vit hava fingið fiski- og alivinnuna at blóma, ment ferðavinnuna og bygt eitt framkomið samfelag á nøkrum oyggjum mitt í Norðuratlantshavinum. So hví steðga nú?
Í øðrum londum, selja tey tænastur til fólk um allan heim. Tildømis Ísland, sum selir lasaraviðgerð av eygum, har tey bjóða eina kombinatión av eygnakirugi saman við eini ferðauppliving. Fólk koma til Íslands, fáa eyguni ornaði pluss eina ferðauppliving. Tey gjalda og fara síðani avstaðaftur.
Vit kunnu taka Ungarn, sum veitir tannviðgerð. Fólk koma til Ungarn at orna tenninar, gjalda og fara avstaðaftur.
Vit kunnu gera tað sama. Klaksvíkar Sjúkrahús kundi tildømis selt tænastur til fólk úr øllum heiminum innan onkra viðgerð innan urologi ella skurðviðgerð av knøum, akslum ella hvat tað skal vera. Kundarnir koma og fáa tænastuna, gjalda og fara síðani avstaðaftur.
Og vit kundu sum onki, bjóðað eina kombinatión av heilsutænastu og ferðauppliving. Serliga í hesum døgum nú heimurin er so ótryggur nógvastaðni.
Men tað krevst at vit eru allarbest á økinum. Og tað klára vit. Tað er ongin avbjóðing, sum vit føroyingar ikki klára.
Hóast Klaksvíkar Sjúkrahús skal bjóða seg fram globalt, so skal tað ikki forða føroyingum í at nýta sjúkrahúsið á sama hátt sum í dag. Tað sum eg meini við er, at vit eiga at víðka virksemi og hava visiónir ístaðinfyri bara at tosa um niðurleggingar og skerjingar.
Nýggi simulatordepilin hjá Atlantic Airways, er eitt gott dømið um, at vit megna bert vit vilja.
Simolatorarnir eru teir flottastu og bestu í heiminum í dag. Kundar koma til Føroyar, fáa hesa tænastu, gjalda og fara síðani avstaðaftur. Og tað gongur væl hjá teimum.
Simulatordepilin fer sjálvandi eisini hava stóra samfelagsliga ávirkan, bæði vinnuliga og búskaparliga og dregur fólk úr øllum heiminum til Føroya. Harafturat fáa øll ágóðan, sum hava við ferðafólk og ferðavinnu at gera.
Vitanartung størv
Vit tosa um tað neyðuga í útbúgving og lærdómi og um campus og universitet. Tað er neyðugt, men vit mugu ikki gloyma at hava góð framkomin vitanartung arbeiðspláss, sum svara til høga útbúgvinging. Annars útbúgva vit fólk til arbeiðsloysi og tey ungu fara av landinum og okkara lærdi ungdómur gerst ein eksportvøra “grýtuklár” hjá fyritøkum uttanlands. Tey gerast soleiðis ikki tað tilfeingi fyri land okkara, sum tey kundu blivið.
Tí skulu vit menna nýggjar vinnur, og tað sum eg havi nevnt omanfyri eru bert nøkur dømir. Tað kann vera so øgiliga nógv annað.
Hetta er vegurin vit skulu ganga.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingslimur











