Klokkan 18 í kvøld byrjar fimti og seinasti dysturin í fjórða umfarinum í Meistaradeildini hjá monnum. Talan er um grannuppgerðina á ovara vølli í Gundadali í Havn millum HB og B36.
R1 hjá Televarpinum vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
B36 er næstfremst í deildini við sjey stigum. HB er nummar fýra við seks stigum.
Í teimum seinastu 20 innanhýsis kappingardystunum hevur B36 bert vunnið eina ferð, meðan HB hevur vunnið 12 ferðir.
HB hevur eina lítla favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til HB liggja millum 2,04 og 2,15.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,10 og 3,70.
Oddsini upp á útisigur til B36 liggja millum 3,00 og 3,41.
HER eru oddsini:
##med2##











