Hóskvøldið klokkan 19.45 spæla KÍ og Radnicki 1923 seinna dystin í øðrum undanumfarinum í Conference League á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík. Fyrri dysturin í Serbia endaði við javnleiki 0-0.
Høvuðsdómari til dystin verður 34 ára gamli, Roman Jitari úr Moldova.
Talan er ikki um tann mest altjóða roynda dómaran. Roman Jitari hevur verið altjóða dómari síðani 2023. Dysturin millum KÍ og Radnicki verður tann fimti dysturin Roman Jitari dømir í evropeiskari kapping fyri felagslið. Roman Jitari hevur eisini dømt 10 ungdómslandsdystir.
KÍ KLAKSVÍK (FRO) - FK RADNIČKI 1923 (SRB)
Dómari: Roman Jitari MDA
Hjálpardómari 1: Anatolie Basiul MDA
Hjálpardómari 2: Vadim Roșca MDA
Fjórði dómari: Daniel Luca MDA
UEFA dómaraeygleiðari: Libor Kovařík CZE
UEFA umboð: Veiko Soo EST