Tíðindaskriv:
Føroysku hundarnir klára seg vanliga væl, so hetta er eitt týðiligt tekin um, at áhugin fyri seyðahundinum er vaksandi og støðið innan seyðahundavenjing í Føroyum er í støðugari menning.
• Liðið, ið skal umboða Føroyar, er mannað við hesum førarum og hundum:
• Tummas Jacobsen við Moss.
• Anna Sofía Fjallheim við Midge.
• Jónstein Petersen við Gripur.
• Tummas Jacobsen við Linn.
Kappingarnar verða hildnar hesar dagar:
• NM í Noregi: 29. til 31. august 2025
• EM í Kekkia: 18. til 21. septembur 2025
– Vit ynskja øllum luttakarunum bestu eydnu og gleða okkum at fylgja teimum.