Tað segði løgmaður í ólavsøkurøðuni, nú tingið varð sett klokkan 13.
– Eldri fólk skulu kunna flyta úr stórum húsum í íbúð, meðan barnafamiljur kunnu flyta í sethús. Soleiðis fáa bæði ættarliðini fyrimun av nýggju støðuni.
– Tey, sum tó hava tað tyngst á bústaðarmarknaðinum, eru tey, sum einki eiga og mugu leiga. Hesi skulu fáa leigustuðul, ið verður knýttur at inntøkuni. Hetta fer at bøta um sosialu javnvágina á bústaðarmarknaðinum. Um gerandisdagin hjá teimum, sum hava tað truplast. Og um møguleikan at búseta seg í Føroyum.
– Landsstýrið arbeiðir við at finna fíggingina, og uppskotið verður latið tinginum í heyst, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður.
– Ein onnur avbjóðing er, at hús og íbúðir verða keypt við tí eina endamáli at leiga út til ferðafólk – eitt nú á airbnb. Komandi vár fara vit at leggja uppskot fyri tingið um at skipa karmarnar um stutttíðarútleigu, soleiðis at fólkið, her býr, fyrst og fremst fær tak yvir høvdið, segði løgmaður.