Tað segði Aksel V. Johannesen millum annað í ólavsøkurøðu løgmans á fyrsta tingfundinum í nýggja tingárinum, sum byrjar í dag.
– »Ein finna tú ert í talvinum, har pengarnir fólkið flyta,« syngur Kári P í yrking eftir Hanus Kamban. Eigur tú nógvar pengar, fylla teir lítið, men eigur tú lítið av pengum, fylla teir nógv. Og høga kostnaðarstøðið rakar okkara lágløntu meinast. Vit mugu tí gera tað liviligari sum heild og tryggja eitt javnari samfelag, segði løgmaður.
– Sum er, økist lønargjógvin millum há- og láglønt støðugt. Tað fer hon at gera, so leingi sum lønarhækkingarnar verða latnar í prosentum. Tann leisturin gevur jú okkum við góðari løn lutfalsliga fleiri krónur hvønn mánað. Tí er útgangsstøðið hjá landsstýrinum at broyta samráðingarleistin til lønarsamráðingarnar í heyst. At vit í størri mun samráðast um krónur heldur enn um prosent, segði Aksel V. Johannsen, løgmaður.