Koronulonirnar eru til sølu

Landsverk hevur á síni heimasíðu sett koronulonir til sølu.

 

Talan er um lonirnar, ið settar vóru upp við Landssjúkahúsið, tá koronudeild húsaðist í lonunum.

 

Vegna Landssjúkrahúsið verða 10 lonir settar til sølu við samanbindandi gongd. Keyparin hevur sjálvur ábyrgd av at taka lonirnar burtur. Tær verða seldar samlaðar, skrivar Landsverk.fo.

 

Freisitin at bjóða er fríggjadagin, 29. august 2025 kl. 14.00.

 

Nærri kunning sæst á Landsverk.fo undir breddanum  "Søla".