Tíðindaskriv:
Inga av Reyni Dam hevur júst givið út sítt fyrsta staklag.
Inga er 18 ár, og hettar er fyrstu ferð hon hevur roynt seg sum sangara í studio.
Heitið á sanginum er "Say when", og hann fevnir um farnar løtur, lutvíst við longsli, men eisini við takksemi og treytaleysum kærleika.
Hoyrið sangin her:
##med2##
Sangur: Inga av Reyni Dam
Orð og lag: Jákup Lind Dam
Framleitt og ljóðblandað: Julian Andreasen











