Kupilin í Rundatorni varð í dag lyftur upp á pláss aftur á Købmagergade í Keypmannahavn. - Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix

Myndir: Kupilin á Rundatorni lyftur upp á pláss aftur

Eftir fleiri mánaðir við umvælingum er eygleiðingarkuplin á kenda Rundatorni í Keypmannahavn nú komin upp á pláss aftur.

Kupilin í Rundatorni varð í dag lyftur upp á pláss aftur á Købmagergade í Keypmannahavn. - Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix

##med2##

 

Trýst á pílin fyri at hoyra samrøðu við stjóran í Rundatorni, Jeanette Bursche 

 

Í dag varð trý tons tungi kupilin lyftur aftur upp á toppin á torninum í miðbýnum í Keypmannahavn – júst 97 ár eftir, at hann fyrstu ferð varð lyftur upp 21. mai í 1929.

Kupilin hevur verið burtur síðani januar í sambandi við eina størri endurbøtingarverkætlan, har hann millum annað hevur fingið nýtt koparlag.

Stjórin í Rundatorni, Jeanette Bursche, sigur við Ritzau, at tað var serligt, at lyftingin fór fram sama dag sum fyri 97 árum síðani.

– Tað er eitt sindur poetiskt, at tað hendir júst sama dag. Tá varð kupilin lyftur í tveimum pørtum við handamegi og uttan trygdarskipanir, sigur hon.

Endurnýggjaði kupilin er partur av eini størri verkætlan, sum skal steðga vatnskaðum og og avbjóðing við vætu í observatoriinum í torninum.

Samstundis verður gamli stjørnukikarin frá 1929 eisini umvældur av serfrøðingum úr Týsklandi. Hann skal millum annað málast og hava nýggja linsu.

Í sambandi við arbeiðið verður eisini eitt tíðarhylki lagt í botnin á stjørnukikaranum. Har verða millum annað heilsanir frá teimum, sum vóru við til lyftingina av kuplinum.

Tíðarhylkið verður sambært stjóranum ikki latið upp aftur fyrr enn um 100 ár.

Rundatorn væntar at kunna taka ímóti gestum aftur í observatoriinum frá oktober 2026.

/Ritzau/

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

Myndir niðanfyri: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix

 

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##

##med23##

##med24##

##med25##

##med26##

##med27##

 

 

 

 

Kupilin í Rundatorni varð í dag lyftur upp á pláss aftur á Købmagergade í Keypmannahavn. - Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix

Kupilin í Rundatorni vigar trý tons og varð fyrstu lyftur upp á gamla tornið í 1929. - Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix

Áskoðararnir fingu boð um at skriva eina heilsan til eitt tíðarhylki, sum seinni verður lagt í botnin á kykaranum. Tíðarhylkið verður ikki latið upp fyrr enn um 100 ár. - Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix