Í løtuni eru átta frystilínuskip til fiskiskap undir Føroyum, eitt er á Íslandsrygginum, og eitt fiskar í íslendskum sjógvi.
- Ísfiskalínuskipið er eisini farið út, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Soleiðis eru tíggju frystilínuskip og eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap, nú vit nærkast jólum.
- Línuskipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu, og skipini hava brúkiligan fiskiskap, bæði í føroyskum og íslendskum sjógvi.
Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður brúkiligur, men veðrið verður ivasamt.
- Tí vænta vit ikki nógvan útróður teir næstu dagarnar. Annars hava útróðrarbátar góðan fiskiskap, verður lagt aftrat.











